Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. august 2024Nr. 93
Kunngerð um kost, drekkivatn o.a. umborð á handilsskipum
Við heimild í § 53, stk. 1 og 4 og § 68 í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 og løgtingslóg nr. 51 frá 7. mai 2019, og í § 8, § 10, stk. 1, § 15, stk. 1 og 2 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 og løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri føroysk handilsskip, sbr. tó stk. 2-5.
Stk. 2. §§ 9-13 eru ikki galdandi fyri handilsskip bygd áðrenn 1. januar 2022. Reiðarí kunnu tó brúka ásetingarnar fyri verandi skip í staðin fyri tær ásetingar, ið eru galdandi fyri teirra skip, tá ið henda kunngerð kemur í gildi.
Stk. 3. Eitt skip verður mett sum bygt tann dagin, ið kjølurin er lagdur, ella tá ið skipið var í tilsvarandi støði í byggitilgongdini.
Stk. 4. Kostur og drekkivatn á boripallum skulu somuleiðis lúka ásetingarnar í hesi kunngerð, tó við atliti til tey serligu viðurskiftini umborð á slíkum eindum.
Stk. 5. §§ 9-13 eru ikki galdandi fyri:
1) minni vinnufør við eini longd L1 styttri enn 15 metrar ella dimensiónstali undir 100, og
2) ferðafólkafør við eini longd (L) styttri enn 24 metrar, ið einans sigla í havnaøki ella á vøtnum o.a.
Allýsingar
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) Sjófólk: Sjófólk, umframt skipari, sum eru fevnd av §§ 1 og 47 í løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki.
2) Dimensiónstal: Longd L1 faldað við breiddini B.
3) Longdin (L): Verður roknað sum 96% av samlaðu longdini á fríborði við 85% av minstu dýpd (moulded) mált frá kjøllinjuni ella sum longdin frá framendanum av stevninum til ásin av róðurstokkinum roknað á áðurnevnda fríborði, um tann longdin er tann størsta. Á skipum við kjølfalli skal fríborðið, sum longdin verður mátað á, vera javnfjar við konstruktiónsfríborðið.
4) Longdin L1: longdin mátað frá forkanti á húð, har hon sker yvirkant á dekki á framstevni, til afturkant á húð, har hon sker yvirkant á dekki í afturstavn. Á opnum bátum verður longdin mátað á ovara kanti á stokkinum.
5) Drekkivatn: Alt vatn, sum antin óviðgjørt ella eftir viðgerð er ætlað til drekkivatn, matgerð ella annað húsligt endamál, sama hvaðani vatnið er komið, og um tað kemur úr rørskipan, ella tað er útflýggjað úr tangabili, tangaskipi, í fløskum ella øðrum pakkitilfari.
Kostur
§ 3. Kosturin umborð skal verða settur saman við støði í almennu kostráðunum, soleiðis at neyðuga innihaldið av proteini, fiti og kolhydratum saman við vitaminum, mineralum og søltum er í kostinum.
Stk. 2. Kosturin skal vera so fjølbroyttur sum gjørligt og taka seg væl út.
Stk. 3. Kosturin skal setast saman og tillagast eftir árstíð, farleið og veðurlagi.
Stk. 4. Í mest møguligan mun skulu feskar rávørur brúkast. Djúpfrystar rávørur kunnu javnsetast við feskar rávørur.
Stk. 5. Í tann mun tað ber til, verða føroyskar rávørur raðfestar í matgerðini.
Stk. 6. Kosturin skal gerast til og borðreiðast undir fullgóðum reinføri.
§ 4. Kosturin skal verða býttur í tríggjar høvuðsmáltíðir og við eini ella fleiri millummáltíðum. Nóg nógvur kostur skal vera, so øll umborð verða mett.
§ 5. Kosturin skal tillagast mentan og átrúnaðarligu sannføringini hjá sjófólkinum umborð.
§ 6. Kostur og drekkivatn umborð skal vera sjófólkinum ókeypis í útmynstringartíðarskeiðinum.
Drekkivatn
§ 7. Drekkivatnið umborð skal vera av nóg góðari góðsku og atkomiligt í nóg stórum mongdum í mun talið av sjófólki umborð.
Stk. 2. Góðskan av drekkivatninum skal kunna skjalfestast við regluligum greiningum, sum skulu liva upp til altjóða krøv.
Eftirlit
§ 8. Skiparin, ella tann, ið skiparin hevur latið hetta starv, skal við regluligum eftirliti tryggja, at:
1) tað er nóg mikið av mati og drekka umborð,
2) matur og drekka verða goymd á ein hátt, sum tryggjar, at heilsuvandi ikki stendst av hesum umborð, og
3) kabússur, undir hesum innbúgv og útgerð til matgerð, eru í so góðum standi, at tey ikki elva til heilsuvanda umborð.
Stk. 2. Úrslitini av slíkum eftirlitum skulu vera skrásett og atkomulig við sýn.
Kabússur
§ 9. Kabússur skulu hava gott ljós, hava góða útlufting og hóskandi stødd í mun til manningartal, longd og slag av túri.
Stk. 2. Í kabússum skal vera atgongd til drekkivatn gjøgnum rørskipan. Kabússur skulu harafturat hava neyðug vask við frárensli, og tað skal vera frárensl í dúrkinum.
§ 10. Tilfar, sum verður brúkt til at gera skott innan, panel og plátur, gólv og samlingar í kabússuni, skal vera egnað til endamálið og vera við til at tryggja eitt heilsugott umhvørvi.
Stk. 2. Kabússan skal vera innrættað við innbúgvi, sum er hóskandi í mun til støddina á skipinum og tal av sjófólki við skápum, borðum og skuffum úr tilfari, ið er lætt at gera reint.
Kabússuútgerð
§ 11. Kabússuútgerðin skal vera bygd og innrættað soleiðis, at arbeiðið í kabússuni fer fram við fullgóðum reinføri. Atlit skulu eisini takast til krøv um vernd av heilsu, trygd og um fyribyrging av ólukkum við tí endamáli at tryggja eitt sømiligt arbeiðsumhvørvi og sømilig livikor fyri sjófólkið umborð.
Stk. 2. Burturkast skal goymast í afturlatnum og hóskiliga innsiglaðum íløtum og skal burturbeinast úr økjum, har matvørur verða hagreiddar.
Stk. 3. Gott reinføri skal verða hildið í kabússu og matvørugoymslum.
Proviantrúm
§ 12. Hóskandi og nøktandi møguleiki skal vera at goyma proviant. Køliskipan og frystiskipan skal vera til matvørur, sum spillast skjótt.
Drekkivatnsskipan og drekkivatnstangar
§ 13. Tá ið drekkivatnsskipan, undir hesum drekkivatnstangi, verður gjørd, skal tryggjast, at skipanin og tangin eru bygd, innrættað og viðlíkahildin soleiðis, at drekkivatnið altíð hevur góða góðsku og ikki er heilsuskaðiligt fyri nakran umborð.
Stk. 2. Áðrenn drekkivatnsskipanin verður tikin í nýtslu, skal evnafrøðilig og bakteriufrøðilig greining gerast av drekkivatninum í skipanini sambært góðkendum standardi.
Stk. 3. Um tað verður staðfest, at drekkivatnið er dálkað, skulu skipanin, tangar og leiðingar sóttreinsast. Viðurkendar føroyskar, danskar ella altjóða vegleiðingar kunnu nýtast til at lúka krøv um sóttreinsan.
§ 14. Skiparin hevur skyldu at tryggja, at §§ 3-14 í hesi kunngerð verða fylgdar.
Revsiásetingar
§ 15. Um ikki harðari revsing er ásett eftir aðrari lóg, verður tann revsaður við sekt, sum tilætlað ella av grovum ósketni ger ímóti ásetingum í §§ 3, stk. 1, 4-5 og 7.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Tá ið revsiábyrgd verður áløgd eftir stk. 2, verða persónar, ið onnur enn reiðarin hevur sett at gera arbeiði umborð á skipinum, eisini at meta sum knýtt at reiðaranum. Er samsvarsskjal útflýggjað sambært koduni um tryggan skiparakstur ella loyvisbræv sambært sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki, MLC, til eitt annað felag ella persón, verða skiparin og sjófólkini eisini at meta sum knýtt at honum, sum skjalið er útflýggjað til.
Gildiskoma o.a.
§ 16. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 41 frá 14. mai 2013 um kost umborð á føroyskum skipum, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Konstruktiónskrøvini í ásetingunum, sum hava verið í gildi higartil, eru enn galdandi fyri verandi skip, um ikki annað er ásett í hesi kunngerð, sambært § 1, stk. 2.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 20. august 2024
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)